62ºN er sprottið úr gamla Flogfelag Føroya, og hevur tí stóran part av søgu síni mynda ein stóran part av flogferðavinnuni í Føroyum. Tí hildu vit, at tað kundi verið stuttligt og hóskandi við einum prentluti í sama sniði sum eitt boardingkort.

Á boardingkortið varð øll neyðug kunning um fyritøkuna prentað, umframt ein qr kota, sum vísti til teirra heimasíðu.

Fyri vinnukundan er avgerandi, at hava eina beinleiðis linju til deildina. Tí varð lepin, sum kann skræðast av boardingkortinum, gjørdur til eitt visitkort, sum ein lættliga kann kann hava við sær allastaðni, skuldi tørvurin fyri einum práti stungið seg upp.

Hetta er so úrslitið, og sigast skal, at vit eru sera væl nøgd, og tað var kundin eisini.