Sniðið er skapt í tøttum samstarvi millum Nudlavirkið og starvsfólkini á Barna- og ungdómsdeildini. Yvirskipaða sloganið er “Í eygnahædd við …”, eitt nú Í eygnahædd við barnið, Í eygnahædd við tann unga, og í eygnahædd við foreldrini.

Av tí, at Tórshavnar kommuna longu frammanundan hevur bæði býarvápnið, og eyðkendu skuggamyndina, hildu vit ikki, at tað var ráðiligt at gera enn eitt búmerki. Ístaðin arbeiddu vit við litum og eini úbygging av skuggamyndini.

Skuggamyndin varð gjørd barnavinarlig við skapum av ungdómi og spælandi børnum, myndin í síni heild og sum staklutir, skuldi ganga aftur á øllum samskiftispallum hjá Barna- og ungdómsdeildini, bæði online og offline.

Arbeitt var nógv við myndum, vanliga er skuggamyndin og sniðið hjá kommununi grønt. Vit valdu her appilsin litin, ið gevur samleikanum ein frískligan og spælandi dám. Ein litur, sum ímyndar hita, stuttleika og gleði. Alt tað, ið eisini ímyndar barnalyndið.