Rinder er bara tað feitasta

Hvussu gert tú kunning um rottu nóg áhugaverda, til at føroyingar varnast vandan, ið hetta skaðadjórið er?

 

Við útbyggingini av samferðslukervinum, gerst vandin fyri spjaðing av rottu alsamt størri, eisini fyri tey øki í landinum, har rotta enn ikki hevur fingið fastatøkur.

 

Sum ikki einaferð settu vit nøkur av okkara mest kreativu fólkum at finna uppá, tá hendan avbjóðing skuldi loysast fyri Umhvørvisstovuna, og síðan tá á vári 2020 hevur Rottar verið partur av okkara tilvitsku.

 

Frá fyrstu hugskotunum, ið vit mentu á einum innanhýsis brainstormsfundi, til tá vit funnu røttu dukkuna hjá frálíka franska dukkumakaranum Pavlov. Til at dukkan í besta koronastíli lá í fimm vikur føst á eini franskari postavgreiðslu.

 

Saman við Friis Frame, dugnaligum leikstjóra og Umhvørvisstovuni mentu vit Rottar, persónligheitina, søgurnar og allan heimin kring Rottar. Garasjan á Nudlavirkinum bleiv umbygd til eina rottuholu. Jonas, okkara Art Director fór í arbeiðsklæðini, við skrúvumaskinu og sag, bygdi hann óruddiligu holuna hjá Rottari. Men her mátti eisini eitt grafiskt univers skapast við tilhoyrandi  veggkalendara.

Næsta stig var at skapa Rinder, skoriappina fyri rottur, her var neyðugt at finna rottumyndir, rottunøvn og rottu skorireplikkir. Hetta arbeiðið loysti praktikantur okkara, Hjørdis.

 

Frálíka filmsprossessin, saman við okkara góða samstarvsfelaga Friis Frame við sínum ótrúliga góða eyga. Dugnaligi leikstjórin og dukkuførararnir góvu Rottari lív.

 

Okkara kreativu starvsfólk skaptu holuna hjá Rottari og grafiska universið kring hann, og saman kunnu vit nú gleðast um úrslitið.
Tað er stuttligt at arbeiða saman við einum kunda, ið torir at hugsa uttan fyri kassan, og gevur okkum møguleikan at gera lýsingar sum hesar.

Allar lýsingarnar síggjast her

Døgurðin er serveraður

Privacy Preference Center