Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan træsmíð og snikkaraarbeiði.

Seinasta árið hevur Nudlavirkið umsitið marknaðarføringina hjá teimum.

 

Les um átak fyri Havnar Træsmiðju her

Áðrenn hava vit gjørt m.a. facebookkampanju, útvarpskampanju, klædnaprent, faldara og lýsingar fyri Havnar Træsmiðju.

Vanliga er grundhugsjónin tann sama, at frálíka dygdarhandverkið selir seg sjálvt, og vit hava tí fyrst og fremst víst fólki handverkið.

Men til jólablaðið hjá Kvinnu valdu vit at gera eina lýsing, ið var eitt sindur stuttligari.

Havandi í huga, at høvuðslesaraskarin eru vaksnar kvinnur, so hildu vit hendan vinkulin vera eitt sindur stuttligan.

Sum í Facebook-kampanjunum, ið vit hava gjørt fyri Havnar Træsmiðju, er tað frálíki Ólavur Frederiksen, ið hevur staðið handan myndatólið.

 

Modellin er Katrin Danielsen og handverkarin er Ludvík Súnason, ið er eitt av dugnaligu starvsfólkunum á Havnar Træsmiðju.

 

Laila Carlssen á Karinsa hevur staðið fyri make up til myndatøkuna. Henning Nicodemussen hevur sett lýsingina upp.