Búmerkið

Búmerkið skal miðla neyvleika og álit og hevur tískil eitt snið, ið er bæði sigandi og hvast.

Er tín fatan av luksus rustfrítt stál, so er stórur møguleiki fyri, at tú sum búmerki ert ein funktionalist.
Stavirnir eru niðurkókaðir til sín mest linieraða bygnað. Hetta ger, at búmerkið stendur bæði hvast, sjónligt og snotiligt, samstundis sum tað skapar álit. Landnyrðingshornini eru bloytt og taka skap eftir ravninum. Á henda hátt er eitt felags DNA skapt, sum kann brúkast í øllum samskifti í framtíðini.

Hugsanarhátturin er organiskurÚrslitið er altíð beinar linjur

Topografi

Topografi verður brúkt sum ein grafiskur liður, sum undirbyggir og samansjóðar alt tilfar. Hon liggur í bakgrundini og er skorin, so hon fyllir áleið tveir triðingar av bakgrundini.” Topografi verður brúkt í øllum frá bakgrundum í PowerPoint til veggjaprýði á kontórinum

Veggjaprýði

Veggirnir á skrivstovuni í Dalatúni fingu nýtt prýði, ið bæði er vakurt, men eisini hóskar til arbeiðsøkið. Vit hava spælt við loftmyndir tiknar ymsastaðni í Føroyum, og bjóða skoðaranum av; hvar í Føroyum er myndin tikin?

Ímyndir

Ímyndir, sum verða brúktar í skeltingini og í ritbúnaði, skulu teknast við støði í yvirkskipaða sniðinum. Hetta gevur samleikanum eina heild tvørtur um allar pallar.

Skriftnýtsla

Skriftin hevur nógvar variantar av støddum og tjúkd. Tí letur hetta upp fyri nógvum typografiskum møguleikum, tá yvirskriftir og annað visuelt tilfar skal gerast.