Traditionella blaðlýsingin er ikki so vanlig longur, tá alsamt fleiri brúkarar og fyritøkur eru farin at líta á talgildu miðlarnar í teirra dagliga samskifti. Tí var sera stuttligt at síggja heilar tríggjar av okkara lýsingum í nýggjastu útgávuni av Nám X blaðnum, sum kom út herfyri.
Lýsingarnar vóru fyri ávíkavíst Demich, Tannlæknastovuna Petri í Tórshavn og fyri Taks.