Við grafiskum snildum varð eitt búmerki sniðgivið, sum við liti og sniði ímyndar virksemið hjá Toni Dam.
Saman við C-Bricks mentu vit heimasíðuna. Hon hevur nýmótans snið og vísir við orðum og myndum tær tænastur, sum Toni Dam hevur at bjóða. Toni Dam er sera virkin á sosialu miðlunum, har hann støðugt leggur filmar og tíðindi út. Tí er heimasíðan integrerað við facebook og instagram, so tíðindi frá hesum pallunum eisini koma beinleiðis inn á heimasíðuna.
Vit ynskja Toni Dam góða eydnu við nýggja virkseminum.