Er tað nakað, okkum dámar væl at reypa okkum við, so er tað flotti 3D animatiónsfilmurin fyri ABC fyri sálarliga heilsu. So tá Fólkaheilsustýrið í 2023 vildi framleiða nakrar stuttfilmar til árligu ABC vikuna, fóru vit undir at gera tríggjar nýggjar, animatiónsfilmar við teimum eyðkendu seyðunum.
Vit skitseraðu, skrivaðu storyboards og animeraðu tríggjar stuttar filmar, sum vísa góðar, sunnar felagsskapir. Og spyrt tú okkum, eydnaðust teir bara heilt væl.
ABC vikan 2023 seti fokus á sálarliga heilsu og felagsskapir. Vit framleiddu tríggjar animatiónsfilmar, ið bygdu víðari á vælkendu figurarnar.
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at velja "Eg góðkenni", góðkennir tú okkara farspor stillingar.