Føroya fremsta kvinnuliga kontri-rødd gav í desember sína fyrstu enskmæltu fløgu út sum einstaklingur. Hon er komin langt, síðan hon byrjaði at gera um seg, sum unga sjarmerandi kórdaman hjá kontrikonginum Halli Joensen. Hon bleiv tá ofta rópt kontriprinsessan, men við sínum soloútgávum og hevur hon væl og virðiliga víst, at hon er drotning nú.
Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tí er nýggja heimasíðan hjá Kristinu eisini tøk á bæði donskum og enskum.
Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja kykmyndalagið hjá Kristinu, Johnson City og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini kann man hoyra tónleik umvegis Spotify, og síggja yvirlit yvir fløgur, eins og konsertskráin hjá henni komandi mánaðirnar skjótt verður kunngjørd á heimasíðuni.
Vit ynskja Kristinu til lukku við heimasíðuni, og góða eydnu við síni spennandi yrkisleið.