Studio Bloch er eitt studio í heimsflokki, sum hevur verið karmur um nógvar føroyskar útgávur, við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum, eitt nú Teitur Lassen, Eivør, Hamferð, norsku Vamp og Marit Larsen, og íslendsku Mezzoforte.

Dentur er lagdur á, at Studiobloch fær eitt umboðandi andlit úteftir, ið lýsir frálíku karmarnar. Nýggja heimasíðan vendir sær tí bæði til føroyingar og útlendingar, tí áhugin er stórur fyri hesi perluni við Skálatrøð.

Heimasíðan hevur eitt nýmótans snið og hevur til endamáls at vísa tað, ið Studio Bloch hevur at bjóða, bæði í myndum og orðum.

Á heimasíðuni spæla sosialu miðlarnir ein stóran leiklut, eitt nú verða tíðindi og myndasøvn dagførd á Facebook, og koma so beinleiðis inn á síðuna. Eisini eru bæði Spotify og Youtube sameind við studiobloch.fo

Vit ynskja Studio Bloch tillukku við heimasíðuni.