Nudlavirkið hevur hjápt heinta.fo við menningini av konsepti, navni og sniðgávu av teirra búmerki. Harumframt hava vit hjálpt við yvirskipaðu marknaðarføringini av nýggju útkoyringingartænastuni. 

Tað byrjaði við, at 19 ára gamli Teitur Andreasen sá ein tørv í Føroyum. Hetta mentist til eitt hugskot, og okkara uppgáva var at syrgja fyri, at hetta hugskot bleiv til veruleika.

Heinta.fo hevur nú veruliga fingið luft undir veingirnar, og ynskja vit teimum blíðan byr.