Seinastu 20 árini hava vit í Gev Gætur sendingini í KVF sæð somu filmsbrot um lívið sum blindur, víst umaftur og umaftur. Tíðarinnar tonn hevur tugt tey væl, og hóast tey enn hava sína sjarmu, so eru bæði luttakarar í filmunum og støðurnar í filmunum broyttar rættiliga nógv.
Nudlavirkið fekk tann heiður at nýhugsa filmslýsingarnar hjá Blindafelagnum. Vit settu okkum fyri, at filmarnir skuldu vísa støðuna gjøgnum eyguni á teimum blindu.
Filmarnir eru allir filmaðir í myrkri, og lýsa støðuna sum blindur við, at bert tað, ið hoyrist er sjónligt. Oyruni gerast eyguni hjá hyggjaranum eins og tey eru hjá tí blinda.
Teir tríggir filmarnir kunnu síggjast hvør sær, men siga eina samanhangandi søgu. Tann blinda fer yvir um vegin, fer til handils at keypa blómur, og hevur síðani blómurnar við sær í føðingardag.
Hóast eitt rættiligt lop frá 20 ára gomlu filmunum, so er Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag, nú sum áður høvuðsleikari, eins og fleiri av teimum, ið vóru í gomlu filmunum, eru við aftur hesaferð.
Tað er Nudlavirkið, ið hevur ment hugskotið og staðið fyri framleiðsluni í samstarvi við Friisframe, ið tók sær av film og klipping. F.H. Studio hevur ment ljóðmyndirnar og Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað.
Føroya Blindafelag ynskir at takka P/F Wenzel, Árstíðunum, FK, Norðurlandahúsinum, Sjóndeplinum og øllum hjálparfólkunum fyri hjálpina í sambandi við filmingina.
Hvussu vísir tú í filmi, hvussu ein blindur flytir seg? Nudlavirkið framleiddi tríggjar nýggjar lýsingafilmar fyri Blindafelagið.
KundiFøroya BlindafelagÁr2021
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at velja "Eg góðkenni", góðkennir tú okkara farspor stillingar.