Dagurin var býttur í teori og praksis, har samskiftisteoriir, drúgvar royndir o.a. lá til grund fyri fyrilestrunum “Tit og fólkaræðið” og “At samskifta í miðlaða veruleikanum”. Harumframt var samskiftið um eitt tingmál gjøgnumgingið. Tinglimirnir sluppu eisini at royna seg við praktiskum royndum, bæði innan skriving av tíðindaskrivum og útvarpssamrøðum.

Afturmeldingarnar um dagin vóru sera góðar, og á Nudlavirkinum vóna vit við hesum temadegi, at  hava verið við til at brynja løgtingslimirnar til enn betur at røkja sítt starv. Hetta vísir eisini, at virðingin fyri samskiftisvinnuni og týdninginum av góðum samskifti er sloppin inn um tingsins gátt.

Fyrilestrarhaldararnir hava bæði teoretiskar og praktiskar royndir. Niels Uni Dam frá Nudlavirkinum, skrivaði sína serritgerð í politiskum samskifti, um miðling av torførum lógarmálum, lobbyismu og spunasmíð. Hann hevur harumframt royndir sum samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum journalistur í Miðlahúsinum og drúgvar royndir úr samskiftisvinnuni, har hann í nógv ár starvaðist á Sendistovuni, áðrenn hann fyri tveimum árum síðan stovnaði Nudlavirkið. Niels Uni hevur gjøgnum árini skipað fyri valstríðum fyri nógvum valevnum og fleiri ymiskum flokkum.

Árni Gregersen á ting.fo er ein av svervektarunum í føroyskum journalistikki, hann hevur drúgvar journalistiskar royndir, eitt nú sum sjónvarpsstjóri í Føroyum og redaktiónssjefur á TV2 Bornholm og sum blaðstjóri á Dimmalætting. Árni hevur sera drúgvar royndir við politiskum journalistikki, og hevur arbeitt nógv í tinginum fyri nógvar ymiskar miðlar, eitt nú Dimmalætting, 14. September, Sosialin og Sjónvarp Føroya. Eisini hevur hann havt starv sum politiskur journalistur á Christiansborg.