Heimasíðan brynjar flokkin til valstríðið, og fer uttan iva at gerast ein miðdepil í onlinepartinum av valstríðnum.
Heimasíðan er fult responsiv, hetta merkir, at hon riggar væl á teldu, teldli ella fartelefon, tí sniðið verður tillagað eftir støddini á skerminum.

Á flokstinginum í Runavík 11. apríl 2015 varð nýggja heimasíðan løgd fram.

Á nýggju heimasíðuni eru allir upplýsingar um søgu, skipan, virksemi, avrik og politisku mál floksins. Har ber til at tekna seg sum lim og at stuðla flokkinum.

Heimasíðan fer at bera fesk tíðindi, myndir, sjónbond og kjak – eins og virksemið hjá flokkinum á Facebook og øðrum miðlum sæst á síðuni. Nudlavirkið hevur eisini sett upp Facebooksíðu til bólkin, ið avloysti gamla profilin, ið flokkurin hevði. Í hesum sambandi stóð Nudlavirkið fyri at marknaðarføra síðuna.

Á nýggju heimasíðuni ber eisini til at lesa og leita í teimum nýggju stevnumiðunum, sum Tjóðveldi samtykti herfyri.

Flokkurin er helst tann fyrsti nakrantíð í Føroyum, sum hevur orðað og samtykt hugsjónir, visjónir, politikk og ítøkilig mál fyri øll samfelagsøki.

Og til ber við leitiskipan at finna beint á, hvat flokkurin vil og stendur fyri, um alt frá fullveldismálum, búskapar- og fíggjarpolitikki, vælferð, útbúgving, vinnupolitikki, heilsumálum, mentan og list, orku, økismenning, náttúruvernd, pensjónum, bústøðum, uttanríkismálum, eldrapolitikki, ungdómspolitikki, arbeiðsmarknaði, rættartrygd, javnstøðu, familjupolitikki o.s.fr.

Vit ynskja Tjóðveldinum  til lukku við nýggju heimasíðuni, ið Nudlavirkið og Thomsen.fo hava gjørt.