Vit kenna øll Reinsaríið, ið helst hevur verið eitt tað virknasta spælistað í landinum. Hæddarpunktini hava verið nógv og alt frá tónleiki, bókaframløgum, framsýningum til føroyskan dans, hava fylt hugnaligu hølini, ið eru vorðin ein mentanarligur miðdepil fyri ung sum gomul. Síðani er Tórsgøta tó ment sera nógv, og fevnir hon nú eisini um spælistøðini Auluna í Finsen, Perluna, Perlutúnið, Ostahúsið Atelier, Ostahúsið Kjallaran og Garasjuna. Øll hølir, ið eru vorðin ein livandi karmur um tónleik og undirhald í miðbýnum. Av hesi somu orsøk, hildu vit, at tað var uppá sítt pláss, at Tórsgøta fekk eina heimasíðu, ið savnaði alt virksemið á gøtuni og samstundis var umboðandi fyri øll hesi spælistøð, ið nú hava funnið sín samleika saman og hvør sær.
Til eina nýggja heimasíðu er ikki minni enn hóskandi við nýggjum búmerki. Í hesum sambandi hevur Nudlavirkið eisini gjørt eitt nýtt snotiligt búmerki til Tórsgøtu, sum skal tryggja mentanarmiðdeplinum ein grafiskan og afturkenniligan samleika.
Nýggja heitið á heimasíðuni er torsgota.fo og har verður hildið áfram at veita øllum vitjandi kunning og dagføringar um øll tey spennandi tiltøk og hendingar, sum Tórsgøta hevur at bjóða uppá.