BUSINESS AS UNUSUAL
Fyrsti skelkurin, eftir at stikkið varð hálað úr, er um hasa av og í dag er ikki bara mánadagur. Tað er eisini arbeiðsdagur.
Latið okkum nú, vit sum kunnu, gera okkara til, at alt ikki steðgar upp. Ein stórur partur av tænastuvinnuni – almenn og privat – kann saktans virka við at arbeiða online.
Tað gera vit á Nudlavirkinum eins og fleiri onnur, men eru ov fá raknað við?
Kom við!
Klára vit at halda størst møguligar partar av skerdum vinnugeirum og skerdum stovnum í gongd, megna vit eisini at nøkta eftirspurning og útboð av vørum og tænastum. Og tað í sær sjálvum er avgerandi fyri, at Føroyar ikki slókna heilt.
Til gerandis loysa vit sera álvarsamar og torgreiddar spurningar á facebook, messenger, á maili og telefon. Tí eigur okkurt at bera til, hóast avgreiðslur eru stongdar fyri smittuvanda.
Vit fara í hvussu er at gera okkara part. Skrivstovan er stongd stóran part av degnum, men vit eru online eins og vit plaga.
Tað eigur at bera til og tað skal bera til. Ferditt.