Facebook verður kollvelt

Content is king”, henda mantrain er messað út á nærum hvørjum skeiði, fyrilestri, bloggi og sølufundi, ið snýr seg um sosialu miðlarnar, síðan hesir sóu dagsins ljós.

Well, okkurt bendir á, at nú verður tilfarið aftur kongur. Kongurin av Facebook, Mark Zuckerberg, fangaði uppmerksemið hjá heiminum, tá hann fríggjadagin boðaði frá, at Facebook komandi tíðina fór at broyta seg. At skipanin, ið 36.000 føroyingar brúka, fer at leita aftur til upprunan. Tí, sum Zuckerberg segði:

“At its best, Facebook has always been about personal connections. By focusing on bringing people closer together – whether it’s with family and friends, or around important moments in the world – we can help make sure that Facebook is time well spent.”

Les innleggið hjá Zuckerberg her 

Lýsarar farnir at sveitta

Hann vísir á, at Facebook í alsamt størri mun er vorðið fult av tilfari frá virkjum, fyritøkum og miðlum, meðan áhugaverdu løturnar, ið vinir og familja deila, gerast alsamt torførari at finna. Tí verður skipanin nú broytt, soleiðis at tilfarið gerst meira viðkomandi fyri teg, brúkaran. Hetta skuldi verið nóg mikið til at fáa Facebook lýsarar at sveitta, tí tað man áður kundi keypa fyri pening, skal nú keypast í kreativari orku.

Les um leiklutin hjá miðlunum í nýggja Facebook

Men hvat merkir tað fyri lýsaran á Facebook?

Seinastu árini er talið av føroyskum lýsingum á Facebook vaksið, sonevnt sponsorerað tilfar frá miðlum, fyritøkum og bólkum rúgvar alsamt meira upp. Fyri okkum, ið umsita tílíkt tilfar, hevur prísvøksturin verið ógvusligur. Nú upp undir jól bar av. Hesin áður heldur bíligi háttur at lýsa, kravdi rættiliga stórar upphæddir fyri at vit skuldu náa nøktandi vísingar og klikk. Facebooklýsingar og sponsorerað tilfar er ein uppboðssøla: Um nógv lýsa, fært tú færri vísingar fyri hvørja krónu. Um fá lýsa, fært tú fleiri vísingar fyri hvørja krónu.

Við komandi broytingunum eru hækkaðu prísirnir nakað, ið vit skulu venja okkum við. Nú verða stutt sagt munandi færri vísingar til sølu. Men tað tykist ikki, sum um tað steðgar har.

Zuckerberg sigur:

“I’m changing the goal I give our product teams from focusing on helping you find relevant content to helping you have more meaningful social interactions.”

Hann vísir á, at kanningar, ið tey hava gjørt, vísa, at interaktiónir á sosialum miðlum eru góðar fyri fólk, meðan passiv hyggjan at videoum ella lestur av greinum, ikki hava somu jaligu ávirkan. Tí verður tilfarið, ið vit síggja í okkara floymi á vegginum í framtíðini vigað, soleiðis at tilfar, ið skapar sambond, kjak, gleði og annað verður tikið framum.

Tað er tó neyvan talan um, at sonevnt click bait, og dáma og deil tilfar verður tikið framum. Algorútman hjá Facebook verður væntandi dugnaligari at skyna á tilfarinum enn so.

Tað verður tí munandi truplari at umsita sína Facebook síðu í framtíðini, og enn týdningarmiklari, at arbeiðið verður gjørt við nærlagni og dugnasemi. Tær síðir, ið megna at skapa viðkomandi engagerandi tilfar, koma í framtíðini at standa sterkastar. Stríðið um Facebook verður ikki longur stýrt av, hvør hevur størsta pengapungin, men av hvør hevur besta og mest viðkomandi tilfarið.