Nudlavirkið er flutt í nýggj høli

Vit hava gjørt av at siga farvæl við hølini í gamla slaktarínum í Smæruni, har vit hava húsast og trivist sera væl seinastu trý árini. Vit kunnu bara gleðast um, at virksemið og starvsfólkahópurin á Nudlavirkinum hevur verið støðugt vaksandi, og hevur hetta havt við sær, at tíðin nú er komin, hjá okkum at flyta í størri og rúmligari høli.

Vit halda nú til í fantastisku hølunum í J.H. Schrøtersgøtu 13.