Tað prutlar undir lokinum og vónirnar hjá kundunum hópa seg upp. Vit hava øgiliga nógv at gera og munga so innarliga eftir fleiri nudlum. Ert tú bara ein vanligur skundverður, ella ert tú hetta serliga vit leita eftir?

Vit ímynda okkum eina nudlu, sum kann nikka játtandi til vørulýsingina niðanfyri:

  • ert útbúgvin grafiskur sniðgevi, ella hevur fleiri ára royndir á baki
  • ósvikaligan sans fyri sniði, etikki og estetikki
  • høgt trúvirði gjøgnum væl hugsað snið
  • vitandi um aðrar talgildar pallar enn KvF
  • høgan arbeiðsmoral, hugsar og arbeiðir skjótt
  • brýtur samrøður av, tá ið tú hevur rætt

Um okkum:

  • munga eftir tí góða
  • hava tað stuttligt til arbeiðis
  • samskifta bersøgið og beinleiðis, tó við denti á fólkaskikki
  • gapa málleys, tá tú kløkkar okkum við genialitetum
  • lurta, tá tú tosar, men tú skalt rokna við, at vit hava meiningar um næstan alt
  • trúføst ímóti tær og tínum
  • rokna við at tú brýtur samrøður av – ofta

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jonas Feldfoss Gardlykke Rossum, art director, á tlf 76 10 15, ella um teldupost jfr@nudlavirkid.fo

Umsóknir, ið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. november 2020, skulu sendast til nud@nudlavirkid.fo