Nýggj heimasíða og átak fyri blóðgevar

Nudlavirkið hevur seinastu tíðina arbeitt saman við felagnum Blóðgevar, um eitt átak fyri at fáa fleiri føroyingar at geva blóð. Í fyrradagin, 28. februar, varð átakið verksett og samstundis varð nýggja heimasíðan hjá felagnum virkin.

Í dag eru um 4% av føroyingum blóðgevar. Hvør blóðgevi kann geva blóð 2 til 4 ferðir um árið. Tó eru umstøður, ið gera, at blóðgevar fara í bíðistøðu, eitt nú í sambandi við ferðir, sjúku, barnsburð og annað. Tí eru ov fáir blóðgevar í landinum í mun til tørvin og tað verður støðugt innflutt blóð til Føroyar. Málið hjá Felagnum Blóðgevum er at økja talið á blóðgevum til okkurt um 5% av føroyingum.

Á hvørjum ári, eru nógvir føroyingar, ið fáa blóð úr føroyska blóðbankanum og tí er skipanin við blóðgevum so sera týdningarmikil.

Í átakinum koma fólk til orðana, ið hava fingið blóð, tá tað stóð um lív hjá teimum. Eyðmjúk, takksom og á lívi, takka tey ónevndu blóðgevunum fyri hjálpina. Við at seta andlit á nakrar av nógvu sólskinssøgunum, minna vit fólk á týdningin av at geva blóð.

Heimasíðan gevblod.fo er ment av Nudlavirkinum og C-Bricks. Hon er nú tøk á netinum og virkar sum karmur um átakið, ið eisini verður marknaðarført á Facebook.

Tað er Beinta á Torkilsheyggi, ið hevur tikið myndirnar til átakið, ið Nudlavirkið hevur ment.

Vit ynskja Felagnum Blóðgeva til lukku við heimasíðuni og góða eydnu við átakinum.


Niels Uni Dam

CEO and Communications Consultant at Nudlavirkið

Meira frá sama høvundi
Viðkomandi arbeiði

Privacy Preference Center