Nýggjar nudlur

Tveir nýggir ráðgevar eru byrjaðir í starvi á Nudlavirkinum – ella nýggir er nokk at taka munnin ov fullan.

Høgni Berg, ið er online ráðgevi og innihaldssmiður, byrjaði á Nudlavirkinum í juni, tá hann tók við starvi sum summarferiuavloysari. Hetta starvið er frá 1. september gjørt til fast starv. Høgni hevur tikið eina BA í Marketing og Sport Management, og hevur síðan havt ymisk størv innan samskiftisøki. Hann er ein royndur innihaldssmiður, ið á Nudlavirkinum røkir eitt av okkara skjótast vaksandi virkisøkjunum, at umsita heimasíður og sosialar miðlar fyri fyritøkur og stovnar.

Astrid Reinert Mohr er heldur ikki heilt nýggj nudla. Astrid var í starvi á Nudlavirkinum summarið 2015, og var í roynd og veru fyrsta starvsfólkið. Síðan tá hevur Astrid tikið eina kandidatútbúgving í samskifti og KT, og hevur fingið góðar arbeiðsroyndir innan samskiftisøki, bæði í Føroyum og í Danmark.  Astrid byrjaði 15. august sum ráðgevi.

Vit kenna okkum við hesum setanum sera væl brynjaði til tær nógvu uppgávur, ið liggja fyri framman.


Niels Uni Dam

CEO and Communications Consultant at Nudlavirkið

Meira frá sama høvundi
Viðkomandi arbeiði

Privacy Preference Center