POULINA á Mentanarnáttini
POULINA er ein kundi, ið vit á Nudlavirkinum hava arbeitt saman við í eini fimm ár.
Frálíka nærlagda vevkonan, góðsku handverkarin og sniðgevin við spælandi hugburðinum til litir og snið, er ein fyrimynd fyri okkum, ið arbeiða við sniðhandverki. Drønandi seriøst og tó við forvitninum sum berandi elementið.
Komandi vikuskiftið verður Mentanarnátt, og vit hava saman við POULINU arbeitt við hennara framúr góðu framsýning: “Leitanin eftir føroyska litinum”.
Saman við Bjørg Mohr Anderssen hava vit gjørt henda lítla brellbita fyri tiltakið.