Tá Handilsskúlin í Marknagili fylti 30 ár, og skuldu hava móttøku, settu tey seg í samband við Nudlavirkið, at taka sær av marknaðarføringini, vit tillagaðu teirra búmerki til tiltakið, forritaðu flashlýsingar til portal.fo, in.fo og vp.fo, á Facebook samskipaðu vit marknaðarføringina og gjørdu Facebooklýsingar, eisini skrivaðu vit tíðindaskriv og gjørdu blaðlýsing at koyra í Vikublaðið.

Heilt nógv fólk kom til móttøkuna, og dagurin gjørdist sera væleydnaður.

Vit framleiddu somuleiðis eina útvarpslýsing til Handilsskúlan í sambandi við, at opið hús var fyri tey, ið umhugsa at søkja inn á Handilsskúlan.