Vit avgjørdu at gera ein kunnandi faldara, ið við myndum og orðum lýsti forskúlan og frítíðarskúlan, har forskúlabørnini eru helvtina av tíðini.

Í sambandi við arbeiðið við faldaranum skipaðu vit fyri einari myndatøku, har vit tóku myndir av børnum á skúlanum, hesar myndir brúktu vit í arbeiðinum við at sniðgeva og seta upp faldaran.

Heimasíðan hjá skúlanum bleiv somuleiðis dagførd við innihaldi um forskúlan, eins og faldarin lá tøkur á heimasíðuni.

Ein kunnandi fundur varð hildin á skúlanum í vikuni, áðrenn innskrivingin skuldi vera. Í hesum sambandi gjørdu vit eina plakat at heingja upp á Argjum og útvaldum støðum í Havnini.
Í sambandi við fundin varð eitt tíðindaskriv sent út, og nógvir miðlar tóku tað upp,  somuleiðis varð skúlastjórin boðin í morgunsendingina hjá Kringvarpinum, og Dagur og Vika var á Argjahamri og sendi beinleiðis frá fundinum.

Bæði í sambandi við fundin, fyri at gera vart við undirsíðuna á heimasíðuni hjá forskúlanum,  og fyri at minna á innskrivingina, koyrdu vit eitt væleydnað átak við lýsingum á Facebook, ið beindu heilt nógv áhugaði inn á heimasíðuna.