Í dag 27. januar er fyrsti almenni minningardagur í Føroyum um Holocaust og onnur fólkadráp. Í hesum sambandi hava Nám og Amnesty skipað fyri tiltakinum “Ongantíð aftur”, har farið verður kring landið at greiða framhaldsdeildum frá um forfylging og fólkadráp. Vit hjálptu teimum við grafiskari uppsetan av plakatum, klisturmerkjum og einum Roll Up til átakið.

Vit eru heppin at vera partur av hesum týdningarmikla arbeiði.