Búmerkið

Gutti er energiskur, spælandi, virkisfúsur og skapandi. Hesi hugsambond eru hugsað inn í búmerkið, ið hevur ein lættan og frískan dám. Búmerkið er abstrakt og fær eina merking, tá tað verður sett í samband við Gutta.

Sniðhandbókin og tone of voice

Sniðhandbókin og tone of voice er sett saman við tí endamáli at lýsa, hvussu grafiska framleiðslan og málburðurin í øllum samskifti um Gutta skal síggja út í framtíðini. Á henda hátt verður vørumerkið Gutti nýtt og viðlíkahildið á rættan hátt.

Skriftin

Skriftin er teknað serliga til vørumerkið Gutti og eitur Winter Salad. Skriftin er ein grafiskur liður, ið verður brúktur gjøgnumgangandi á øllum visuellum tilfari hjá Gutta. Hon leggur lit og ein spælandi dám afturat einum annars strammum sniði.

Litirnir

Litirnir eru eitt bland av dempaðum og frískum litum.

Við at nýta grafisku liðirnar úr búmerkinum á ymiskan hátt, fáa vit fjølbroytni í tilfarið hjá Gutta.

Privacy Preference Center