Vit gjørdu sniðhandbókina við vegleiðing og íblástri til, hvussu samleikin skal nýtast framyvir. Sniðið er ætlað sum ein abstraktión av talgildum dátum, og litirnir ímynda ymiskar framgongdir í øllum teirra virksemi. Harumframt framleiddu vit ein film við kunning, um týdningin av teirra arbeiði við GDPR. Her stóðu vit fyri illustratión, animatión og produktión. Filmurin hevur verið nýttur í søluarbeiðinum hjá Wired Relations, og vit kunnu bara ynskja teimum til lukku við øllum teirra nýggju stóru kundum.