Betri Heim er elsti og royndasti meklarin á føroyska marknaðinum, við væl útbúnum og dugnaligum starvsfólkum. Kundanøgdsemið er gott og førleikarnir í topp. Hetta er ein sera jalig søga. Men hvussu sigur tú hesa, uttan at tað tykist sum innantómt reyp?

Sjálvandi er størsta arbeiðið í gerandisdegnum sambandið við tey, ið selja og tey, ið keypa. Men hvussu ber man henda boðskap fram í marknaðarføringini?

Hesa uppgávu fekk Nudlavirkið. Okkara kreativastu heilar vórðu settir í gongd at finna heilt røttu loysnina. Nógv hugskot vóru uppi og vendu, men tað var tá stjórin sá eitt filmklipp við einum eldri hilligum manni, ið dansaði ballett, at endaliga hugskotið kom fram. Gjøgnum Shutterstock, ið er veitari av myndum og filmklippum, funnu vit júst rætta filmin, ið Tiffany Bryant hevði filmað. Síðan setti Nudlavirkið film og boðskap saman.

Úrslitið bleiv ein stuttur filmur, ið vísir munin á fakfólki og amatørum, og sjálvandi brúktu við kenda føroyska orðafellið: Fakfólk eru nú einaferð fakfólk.

Vit ynskja Betri Heim góða eydnu við átakinum.