Heilshjálparar røkja nakrar av týdningarmestu uppgávum í samfelagnum. Upp til Løgtingsvalið, ið júst er farið afturum bak, hevði Heilsuhjálparafelag Føroya nøkur ynski, ið tey vildu hava borin fram fyri komandi løgtingi. Í sínum dagliga samskifti við limir sínar, hevði felagið heilt greiða fatan av, hvat skal til fyri, at bæði limirnir og tey fólk, ið limirnir arbeiða við, fáa ein so góðan gerandisdag sum til ber.
Vit hjálptu við at visualisera lyftini, við grafiskum elementum, sum myndaðu hvørt av valynskjunum. Hesar myndir hava verið at sæð á heimasíðu felagsins og á Facebook.