Vit á Nudlavirkinum veita samskiftisloysnir av øllum slag. Tá Betri Heim skuldi selja raðhús í Stóragerði bóðu tey okkum um hjálp, og skjót vóru vit við einari loysn.

Nudlavirkið sniðgav eitt hefti, har dentur varð lagdur á at lýsa huglagið í hugnaligu raðhúsunum. Dentur var eisini lagdur á serligu byggingina, ið tekur stór orkusparandi atlit. 

Við at brúka eitt snotiligt og einkult snið, sluppu myndirnar at tosa fyri seg.