Pizza 67 fylti ár, ja, 20 ár nú týsdagin, og Nudlavirkið hjálpti teimum at halda dagin.
Hann varð hildin við einum sonnum pitsubraki, tá 1.335 føroyingar ótu líka nógvar pitsur.
Tað var Henning Nicodemussen, ið saman við Nudlavirkinum hevur marknaðarført Pizza 67 seinastu árini, ið sniðgav snotiliga búmerkið.
Meðan marknaðarføring, klædnaprent, tíðindaskriv, myndatøka, ballónir og gávur til gestinar var bara nakað av øllum tí, ið Nudlavirkið gjørdi.
Vit filmaðu, kliptu og stroymaðu eisini stóra dagin live á Facebook.
Vit ynskja Pizza 67 til lukku við teimum fyrstu 20 árunum, og takka fyri góða samstarvið, ið vit hava havt seinastu trý árini. Nettup í dag 21. september er dagurin, tá okkara samstarv byrjaði. Hetta hevur verið stuttligt, spennandi og ikki minst vælsmakkandi.