Búmerkið er sniðgivið í samstarvi við Veingir. Tað tekur støði í einum “e”, ið umframt at vera fyrsti stavur í navninum, gevur ríkan møguleika fyri symbolikki.

Við at tulka stavin við grund í skráskriftini ímyndar búmerkið ergoterapeutisku prossessina, ið kemur inn í lívið, tá sjúka, brek ella umstøður forða fyri, at til ber at liva eitt virkið lív og luttaka í samfelagnum. Arbeitt verður við at venja og leggja til rættis aktivitetirnar í gerandisdegnum og tillaga umhvørvið, so tann viðgjørdi kann fara víðari í lívinum og útinna dagligu aktivitetirnar, sum hava týdning fyri júst hann. Búmerkið endar frameftirlítandi og peikar út í framtíðina, har gerandisdagurin hjá tí viðgjørda virkar.

Búmerkið er í einum livandi, heitum grønum liti, ið symboliserar lív og vón, hetta er viðkomandi fyri ergoterapi, ið júst hjálpir fólki, at gera lívið møguligt og fáa gerandisdagin at virka.

Búmerkið, hevur eisini navnið á felagnum atknýtt, her hava vit valt skriftina Microsoft Sans Serif, ið er ein moderna og løtt skrift, ið stendur væl til búmerkið.

Umframt búmerkið, hava vit gjørt nýggja heimasíðu til felagið. Gamla heimasíðan var vorðin 7 ár, og tíð var til at gera broytingar á henni.

 

 

Í hesum sambandi skipaðu vit saman við Veingir fyri myndatøku av ergoterapi í verki. Tað verður sagt at ein mynd sigur meira enn 1000 orð. Heitu og lívsjáttandi myndirnar gera júst hetta, tær vísa hvat ergoterapi er og ger fyri tann viðgjørda.

Heimasíðan er at finna á www.etf.fo