Saman við Bjørg Mohr Anderssen fylgdu vit sjúkrarøktarfrøðingunum Simoniku Hammer og Rakul Olsen ein arbeiðsdag á Boðanesheiminum. Eisini vóru vit við heimahjálpini Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, tá hon vitjaði heima hjá Matildu.
Burturúr hesum komu tveir lítlir filmar, ið lýsa teirra sera týdningarmikla starv.
Vit fegnast um at sleppa at gera okkara fyri eitt so týdningarmikið øki, og takka starvsfólkunum á Boðanesheiminum, búfólkinum har, teimum avvarandi hjá búfólkunum, ið luttóku og sjálvandi eisini heimahjálpini og Matildu.