Nudlavirkið hevur gjørt átak fyri Barnaverndarstovuna, fyri at finna fosturfamiljur. Barnaverndarstova Føroya skrivar soleiðis:
Mánadagin 21. august var kunningarfundur fyri teimum, sum hava víst áhuga fyri at gerast fosturforeldur í sambandi við lýsingarátakið hjá Barnaverndarstovuni í summar.
Vit fegnast um áhugan, ið prógvar, at tað veruliga er hjartarúm millum fólk kring landið. Farið verður komandi tíðina undir at tosa nærri við tey áhugaðu um, hvussu tey kunnu fáa góðkenning sum fosturforeldur. Tá fólk eru góðkend sum fosturforeldur, koma tey í upp í yvirlitið hjá Fosturforeldraskipanini, sum verður nýtt, tá fosturforeldur skulu finnast, ið hóska til einstaka barnið.
Annars ber altíð til at venda sær til Barnaverndarstovuna hjá teimum, ið hava hug at gerast fosturforeldur, og fáa meira at vita.
Átakið hevur rigga væl, og rættiliga nógvar familjur hava vent sær til Barnaverndarstovuna.