At átakið hevur riggað er púra greitt út frá teimum nógvu limatekningunum, ið eru gjørdar umvegis heimasíðuna, ið Nudlavirkið somluleiðis hevur gjørt fyri FK. Átakið tekur støði í teirri frálíku støðu, at FK hevur trúgvar kundar, ið vitja handilin støðugt. Tí var fokus sett á marknaðarføring inni í handlunum, sonevnda in-store marknaðarføring. Hetta varð gjørt við standarum og skeltum, ið vit hongdu undir loftið í handlunum, eisini vóru vøruskiljararnir í kassunum brúktir, og beinleiðis kundasamband.
Hetta riggaði sera væl, ikki minst orsakað av frálíku og vinarligu starvsfólkunum í FK handlunum kring landið. Umframt in-store brúktu vit sjálvandi FK blaðið, umframt lýsingar á Facebook og Google lýsingar, og hagtølini har lúgva ikki, føroyingar elska FK.
Við frálíku myndunum hjá Beintu á Torkilsheyggi av ómetaliga fittu familjuni og grafiska arbeiðinum hjá Gramar, var restin rein avgreiðsla. Nudlavirkið takkar fyri tilnevngina og ynskir FK til lukku. Um tit vilja atkvøða um ársins átak, so trýsti niðanfyri. #vitahvatvitgera