POULINA er ein kundi, ið vit á Nudlavirkinum hava arbeitt saman við í eini fimm ár. Frálíka nærlagda vevkonan, góðsku handverkarin og sniðgevin við spælandi hugburðinum til litir og snið, er ein fyrimynd fyri okkum, ið arbeiða við sniðhandverki. Drønandi seriøst og tó við forvitninum sum berandi elementið.
Í tíðini upp til Mentanarnáttina 7. juni arbeiddu vit saman við POULINU við at fyriskipa og marknaðarføra stóru og flottu framsýningina: “Leitanin eftir føroyska litinum” í Østrøm.

Saman við Bjørg Mohr Anderssen gjørdu vit eisini ein film til tiltakið, sum var at síggja á facebook dagarnar upp til framsýningina og var spældur á uppvørpu á sjálvum kvøldinum.

Umframt hetta vóru postkort sniðgivin við myndum av fjølbroyttu fyrriklæðunum hjá POULINU, sum Sunrid í Gong hevði tikið.

Nógv fólk leitaðu sær oman á framsýningina hetta vikuskiftið og móttøkan var sera góð.