Seinastu tíðina hevur Nudlavirkið gjørt sera nógvar lýsingarfilmar. Eitt nú hevði Taks brúk fyri tveimum kunningarfilmum um skattaskyldu av útleigan av AirBnb í Føroyum. Nudlavirkið stóð, í samstarvi við dugnaligu starvsfólkunum úr Taks, fyri hugskotsmenning, samskipan, leikstjórnan og marknaðarføring av filmunum.

Saman við Friisframe vóru lýsingarfilmarnir gjørdir, við einum kunnandi boðskapi og einum skálkabrosi.

Beinta á Torkilsheyggi stóð fyri design av settinum og Havdis Svabo Jørgensen legði makeup.