Á matstovudøgunum, høvdu øll høvi at eta á nøkrum av bestu matstovunum í Føroyum fyri niðursettan prís. Hetta merktist eisini aftur í býnum, sum var fullur av mettum matstovugestum hesar dagarnar. Vit á Nudlavirkinum stóðu fyri allari sniðgávu og marknaðarføring av tiltakinum. Í samstarvi við c-Bricks mentu vit eisini heimasíðu og bókingarskipan til høvið.