Vit arbeiddu saman við Amnesty Ung um átakið Skriva fyri lívi, sum var um árslok í fjør.
Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heimin skriva áheitanarbrøv til myndugleikar og samhugabrøv til mannarættindaverjar.
Amnesty hevur gjørt eitt megnararbeiði við at hálpa neyðstøddum kring heimin, og tað er ein heiður fyri okkum at eiga ein lítlan part í hesum arbeiði.