Í fyrradagin, 28. februar, varð átakið verksett og samstundis varð nýggja heimasíðan hjá felagnum virkin. Í dag eru um 4% av føroyingum blóðgevar. Hvør blóðgevi kann geva blóð 2 til 4 ferðir um árið. Tó eru umstøður, ið gera, at blóðgevar fara í bíðistøðu, eitt nú í sambandi við ferðir, sjúku, barnsburð og annað. Tí eru ov fáir blóðgevar í landinum í mun til tørvin og tað verður støðugt innflutt blóð til Føroyar. Málið hjá Felagnum Blóðgevum er at økja talið á blóðgevum til okkurt um 5% av føroyingum.
Á hvørjum ári, eru nógvir føroyingar, ið fáa blóð úr føroyska blóðbankanum og tí er skipanin við blóðgevum so sera týdningarmikil.
Í átakinum koma fólk til orðana, ið hava fingið blóð, tá tað stóð um lív hjá teimum. Eyðmjúk, takksom og á lívi, takka tey ónevndu blóðgevunum fyri hjálpina. Við at seta andlit á nakrar av nógvu sólskinssøgunum, minna vit fólk á týdningin av at geva blóð.
Heimasíðan gevblod.fo er ment av Nudlavirkinum og C-Bricks. Hon er nú tøk á netinum og virkar sum karmur um átakið, ið eisini verður marknaðarført á Facebook.
Tað er Beinta á Torkilsheyggi, ið hevur tikið myndirnar til átakið, ið Nudlavirkið hevur ment.
Vit ynskja Felagnum Blóðgeva til lukku við heimasíðuni og góða eydnu við átakinum.