Nú er skjótt og lætt at gjalda fyri parkering á flogvøllinum, og hetta skuldi samskiftast til viðskiftafólkini. Saman við BMA productions gjørdi Nudlavirkið eina filmslýsing har søgugongdin sostatt lýsir júst hetta.

Til nýggju parkeringsskipanina og skrásetingarskipanina sniðgav ein av okkara dugnaligu grafikarum skeltini, eins og vit hava staðið fyri sjálvari monteringini av skeltunum á flogvøllinum.

 

Vit ynskja øllum viðskiftafólkum á Vága Floghavn ein góðan og væl kunnaðan túr.