Tað er stuttligt at arbeiða saman við Duritu, sum er so kreativ. Saman við henni hava vit sniðgivið URT. Vit lótu okkum í handverkara handskarnar og uppfinnara brillurnar, tá vit í sonnum Georg Gearløs stíli, pakkaðu te’i hjá Duritu inn í snøggu emballasjuna.

Á myndunum sært tú, hvussu sniðið og heimurin kring URT tók skap — frá skitsum á arbeiðsborðinum og hópfígging, til eina lidna vøru, við egnari heimasíðu og snøggum pakkum sum prýða á føroysku handilshillunum.