Í skjótt eitt ár hevur Nudlavirkið arbeitt við átaki fyri føroysku arbeiðarafeløgini. Saman hava vit ment samleikan Verkafólk til samstarvið millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Fakfeløg kring heimin hava seinastu árini stríðst eitt stríð á fleiri frontum, móti lækkandi limatølum og størri trýsti frá vælskipaðum arbeiðsgevarum.

Men fyri arbeiðaran ella verkafólki hevur eisini avbjóðingin verið, at virðingin ikki hevur fylgt týdninginum, ið hesi størv hava í samfelagnum.

Tí hava hesi fýra fakfeløgini valt at varpa ljós á týdningin, ið verkafólk hava fyri okkara samfelag, og hava samstundis skapt ein sterkan samleika til alt verkafólkaøkið. Limirnir og alt Føroya fólk skal vita, at teirra partur liggur ikki eftir.

Vit á Nudlavirkinum eru ómetaliga errin av, at hava staðið fyri samskiftisarbeiðinum og sniðnum.

Vit hava gjørt samleikan, navn, sniðleist og slagorð. Vit hava somuleiðis saman við Friisframe og Júst So gjørt filmslýsing, ið vísir týdnginin av hesum gerandishetjum, ið halda samfelagshjólunum koyrandi.

Privacy Preference Center