Vevstovan hjá Poulinu Jóanesardóttir er kend fyri sítt slóðbrótandi arbeiði við føroyskum klæðum, men vevstovan fevnir eisini um nógv annað, eitt nú sniðgevur Poulina handliðshitarar, slips, handskar, turriklæði og nógv annað, alt eyðmerkt av neyvleika, góðsku og spæli við litum.
Føroysku klæðini eru tó hennara serstaka listaliga spælipláss, har íblástur til litsamansetingar eru náttúruupplivingar og samanrenning millum gamalt og nýtt, og Poulina er av nógvum mett, sum ein lyklapersónur í at enduruppfinna føroysku klæðini.
Poulina setti seg í samband við Nudlavirkið í sambandi við marknaðarføringina av hennara vørum. Ikki minst í sambandi við, at Poulina saman við øðrum føroyskum klædnaframleiðarum skuldi til Íslands at sýna fram.
Í sambandi við arbeiðið endurmettu vit samleikan hjá Vevstovuni, og samdust um, at heldur generiska navnið “Vevstovan”, ikki í nóg stóran mun var dekkandi fyri fjølbroytta vøruúrvalið og spennandi litspælið, ið umframt vovið tilfar eisini fevnir um bundnar lutir, arbeiðið við fiskaskræðu og nógv annað.
Tí varð avgjørt at broyta navn til POULINA, so fyritøkan tekur navnið á kvinnuni, ið myndar fyritøkuna.
Í samstarvi við sniðgevan Lisu Golbe, bleiv eisini grafiski samleikin hjá fyritøkuni dagførdur. Búmerkið er einfalt og stendur væl til vørðurnar hjá Poulinu. Við hvítari skrift á svørtum, hetta ger somuleiðis, at litspælið hjá Poulinu ikki verður órógvað á nakran hátt av búmerkinum.
Í hesum sambandi vóru nógvir prentlutir gjørdir, eitt nú visitkort á fleiri málum, pakningur til klæðini, klistrimerki, vovin navnamerki til vørurnar, og eisini GO-Cards við vørum hjá Poulinu.
Í samstarvi við “Veingir” vóru myndir tiknar av vørunum, og hesar blivu brúktar eitt nú til GO-Cards, og til heimasíðuna, ið vit framleiddu saman við Helga Øster Petersen. Heimasíðan er ein sonevnd responsiv heimasíða, ið riggar eins væl á telduskíggja sum á telefon.