Sig frá
Ikki pynta uppá veruleikan! Harðskapur skal á ongan hátt verða góðtikin í okkara samfelagi. Málið er at bróta tøgnina – at fáa fólk at siga frá. Tí fekk verkætlanin heitið "Sig frá!"
Heimatænastan og eldrarøktin í Vágum eitur nú Vesturvón
Nudlavirkið hevur sniðgivið nýggja samleikan og ment heimasíðuna fyri Vesturvón, navnið hevur starvsfólki á Vesturvón sjálvi valt.
Hetta er vørumerkið Gutti
Gutta kenna vit øll fyri sítt fevnandi lyndi, sín kærleika til føroyska siðvenju, og sín brennandi áhuga fyri at finna ta góðu rávøruna.
Vit vóru so heppin at sleppa at gera ein samleika til dugnaliga kokkin, har alt frá skriftslagi, online tilveru, heimasíðu, búmerki til sniðhandbók skuldi gerast.
Nýggja heimasíðu og búmerki til Toni Dam
Toni Dam er persónligur venjari, fitnessinstruktør og kostráðgevi. Ynskið var at fáa eina heimasíðu og ein samleika á sosialu miðlunum. Hesum ynski eftirlíkaðu vit.
Tað byrjaði við einari gularót
Vistfrøðiliga bylgjan byrjaði við nøkrum gularótum í 1982, og í dag er vistfrøði vorðið eitt púra vanligt fyribrigdi í føroyskum húsarhaldum.
Tórsgøta nú við spildurnýggjari heimasíðu og búmerki
Nú kanst tú lættliga fylgja við hvørji tiltøk eru á Tórsgøtu. Nudlavirkið hevur nevniliga gjørt nýggja heimasíðu og búmerki, sum umboðar og savnar alt virksemið á gøtuni.
Ymiskt til veitsla.fo
Tað er eingin avbjóðing ov torfør til okkum.
Nýtt búmerki til Skeiva Pakkhús
Nudlavirkið hevur sniðgivið nýggja búmerkið hjá Skeiva Pakkhúsi.
Nudlavirkið lat Kvinnubrot í
Nudlavirkið hevur staðið fyri marknaðarføringini av nýggja, spennandi tiltakinum Kvinnubrot, sum Smæran er karmur um í dag.
Faldari og navn til Smæruna
Nudlavirkið hjálpti Starvsmannafelagnum við arbeiðinum at gera kunningartilfar um nýggja høvuðssætið hjá Starvsmannafelagnum, ið eisini skal húsa øðrum virksemi.