Tankin handan átakið var at greiða føroyingum frá tí frítíðarvirksemi, sum fer fram í Føroyum hvønn dag, við hjálp frá Danske Spil. Tá føroyingar spæla hjá Danske Spil kemur peningur aftur til Føroyar, sum verður deildur út umvegis Ítróddavedding til føroyskan ítrótt og mentan.
Vit vildu við stuttum og greiðum boðskapi eggja føroyingum til at velja Danske Spil fram um aðrar veddingarfyritøkur, tí hjá Danske Spil fer peningurin aftur í samfelagið.
Valt var at gera ein lýsingarfilm, ið varð skaptur í trá við lýsingarheimin, ið Danske Spil hevur skapt til sítt brand. Hetta setti sera stór krøv til góðsku.
Týdningarmikið var, at lýsingin hóast gjørd í leistinum hjá Danske Spil, hevði greitt rótfesti í føroyska samleikanum.
Farið var kring Føroyar at taka upp av nakað av tí frítíðarvirksemi, sum er umboðað, sum eitt nú skótamiðdepilin á Selatrað, fimleikur úr Runavík og Gentur Rokka í Havn.
Til frásøguna í filminum valdu vit at brúka eyðkendu røddina hjá Jógvan Arge, sum vit øll kenna so væl.
Lýsingarnar hava síðani verið at sæð í netmiðlum, biografinum, og í sjónvarpinum.
Leikstjóri var Heiðrik á Heygum, Friisframe filmaði og klipti, meðan Beinta á Torkilsheyggi tók myndir.