Kunningarstovan í Havn setti seg í samband við Nudlavirkið, tá gávukortið til yvir hálvthundra handlar í Havnini skuldi marknaðarførast upp til stóru jólasøluna.
Festi hevur sniðgivið sjálvt kortið. Nudlavirkið fann saman við Kunningarstovuni navnið, og stóð fyri kampanjuni fyri kortið.
Vit valdu at kampanjan skuldi endurskapa eina hugnaligan handilstúr, saman við dugnaligu myndakvinnuni Beintu á Torkilsheyggi, ið vit javnan samstarva við.
Beinta telist millum tey myndafólk, ið best dugur at skapa myndir við kenslum og stemningum. Saman vitjaðu vit handlar, kaféir og onnur støð, har Havnarkortið kann brúkast og tóku eina røð av myndum, ið gjørdust berandi í kampanjuni.
Vit valdu at lýsa í Kringvarpinum, við skeltum, á flyers, á portalum og á Google ads og Facebook. Eksponeringin var soleiðis sera umfatandi og fólk tóku væl ímóti kortinum, ið gjørdist ein av best umtóktu jólagávunum í ár.
Her stóð Nudlavirkið fyri allari framleiðslu, eitt nú av skeltum, sjónvarps-, útvarps- og netlýsingum. Umframt framleiðslu av flyers. Prentið stóð Føroyaprent fyri.
Eitt talgilt kort krevur eisini eina heimasíðu, har til ber at kanna saldo, lesa um, hvar tað kann brúkast og annars kunna seg um kortið. Hesa heimsíðuna framleiddu vit somuleiðis. Vitjið hana á havnarkortid.fo