Fyrimyndir í fokus

Tá vit skuldu skapa nýggjasta átakið fyri Demokratia, valdu vit at seta kvinnuligar fyrimyndir í fokus. Kvinnur, ið hava tikið ábyrgd, nú Covid-19 farsóttin hevur herjað.

Átakið hevur til endamáls at økja um kvinnuumboðanina í kommunustýrunum. Til hetta krevst fyrst og fremst, at kvinnur stilla upp, og í øðrum lagi, at minst helvtin av veljarunum seta ein kross við eina kvinnu á valinum.

Meðan stórur partur av landinum stongdi í mars, sóu vit, at nøkur fakøki stillaðu seg í fremstu røð, fyri at tryggja, at vit onnur kundu liva.

Ein meiriluti av hesum eru fakøki við stórari kvinnuumboðan. Eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, laborantar, krambafólk, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, flakaskerarar, flogternur, vaskifólk og onnur. Hesi og kanska serliga hesar hildu samfelagshjólunum koyrandi, og eru tí fyrimyndir fyri okkum øll.

“Kvinnufakini” tóku ábyrgd, og í hesum døgum, tá vit veruliga hava tørv á politikarum, ið taka ábyrgd, valdu vit at minna føroyingar á hesar kvinnuligu fyrimyndir okkara.

Okkara dugnaligi samstarvsfelagi Heinesen Myndir tók myndir av fimm ymiskum kvinnum, ið hava staðið í fremstu røð, tá á stóð: Victoria, ið er krambakona, Petra, ið er vaskikona, Birita, ið er bioanalytikari, Sigrid, ið er heilsuhjálpari, og Anja, ið er sjúkrarøktarfrøðingur. Fimm kvinnur, ið umboða allar hesar nógvu kvinnur, ið hava staðið í fremstu røð.

Áheitanin var einføld: Kvinnur, stillið upp!

Vit á Nudlavirkinum brenna fyri javnrættindum millum kynini, tí kennist tað sum ein serligur heiður at gera átøk fyri Demokratia, og tá vit í hesum átakinum eisini sluppu at seta ljósið á gerandishetjurnar, so gerst tað serliga stuttligt.

Vit takka Demokratia fyri gott samstarv higartil og vóna, at úrslitið í november verður javnsstøða í bý- og bygdaráðum.