Nú sleppa føroyingar eisini at royna framúr góða og heimskenda laksin hjá Hiddenfjord í tí tiltiknu pre-rigor góðskuni, latnan í spildurnýggjan pakning, sum vit hava sniðgivið, og sum ein annar føroyskur dygdarveitari Vestpack hevur framleitt, gott føroyskt samstarv.
Hjá eini samskiftisfyritøku sum okkara er tað altíð eitt sindur serligt, tá ein nýggj vøra kemur á hyllarnar, ið vit hava latið í. Tá vøran so eisini er av so einastandandi høgari góðsku, so gerst tað eyka serligt.
Hetta er fyrstu ferð, at laksurin frá Hiddenfjord er at fáa í føroysku handlunum. Av tí at talan er um nýggja vøru, var heldur eingin annar pakningur at taka støði í. Men í samráð við dugnaligu og eldugaðu fólkini hjá Hiddenfjord fekk pakkningurin skap.
Hetta er fyrstafloksvøra, og tí tekur sniðið støði í sjálvari vøruna, reint og einfalt vóru lyklaorð.
Umframt at sniðgeva eskjuna, hava vit sniðgivið lýsingar, kølarar og annað kring vøruna.
Til lukku við nýggju vøruni Hiddenfjord, og væl gagnist Føroya fólk.
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at velja "Eg góðkenni", góðkennir tú okkara farspor stillingar.