Hvør var okkara leiklutur? Jú, okkara leiklutur var at gera vart við, at Føroya Keypssamtøka í roynd og veru er fremsti veitari innan vistfrøði í Føroyum. Änglamark vørumerkið hjá Coop er eitt góðskustempul, sum tryggjar, at hetta er vøra, ið er vistfrøðilig ella ikki inniheldur tilsetingarevni. Hetta, hildu vit, skuldi verða nógv meira sjónligt í dagliga samskiftinum hjá Føroya Keypssamtøku.
Vit valdu tí at gera eitt heilt serstakt vistfrøði frámerki, sum í dag gongur aftur á øllum pallum, bæði online og offline hjá Føroya Keypssamtøku. Eisini varð eitt vistfrøði blað útgivið til øll húsarhaldini í Føroyum, soleiðis at fólk framyvir eisini hugsa Føroya Keypssamtøka, tá tey hugsa vistfrøði.